København, Denmark
18./19. apríl
Hey :)
Í dag byrjar so okkara ferð heim aftur. Vit eru bæði sera spentar at sleppa at síggja øll har heima aftur, men tó eisini keddar um, at alt endar nú. Vit hava havt eina heilt ótrúliga ferð, og høvdu ikki vilja verið nakað fyri uttan; jú kanska tað við kiwi-fruktunum ;)
Í morgun settu vit vekkaran klokkan 8.15. Av tí vit høvdu pakkað alt í gjár, skuldu vit bara í klæðir og busta tenn og Gurið koyra linsir í, so...