Profile
Blog
Photos
Videos
Hey :)
Í morgun vaknaði Gurið við ongum máli :( Tá vit gingu úti í gjár, byrjaði máli so spakuliga at fara, men í morgun fekk hon ikki tosa og var rættiliga forkøla. Hetta plagar at henda, tá Gurið ikki hevur sovið nokk, tí tá plagar hon at blíva forkøla ella sjúk, og tað gongur tíverri ofta útyvir málið :( Vit høvdu sett vekkarin at vekka kl. 8.15, tí vit skuldu avstað kl. 8.30. Vit høvdu pakkað næstan alt í nátt, so vit vóru sum so næstan klárar at fara út um hurðina, tá vit vaknaðu.
Vit møttist øll niðri í receptiónini, har vit fingu at vita, at vit fóru at eta morgunmat nú. Vit koyrdu einar 5 min. og komu til eitt casino. Tá vit fóru gjøgnum einar rullitrappur, komu vit til eina buffétrestaurant. Vit goldu bara 5 dollarir fyri morgunmatin, og eftirsum tað var buffét, ótu tey flestu seg proppmettan.
Tá øll vóru liðug, byrjaðu vit at koyra okkara langa koyritúr! Tey flestu av okkum vóru so troytt aftaná Las Vegas, at næstan øll sótu/lógu og svóvu. Vit steðgaðu eina staðni kl. 13.30, har vit høvdu møguleikan at fara á wc og at keypa okkurt at eta. Tá øll vóru liðug, fóru vit at koyra víðari. Báðar sovnaðu aftur og svóvu eina løtu.
Klokkan 15.30 gjørdu vit okkara næsta stopp - hetta var á einum farmi, har tey høvdu ein handil, har tey seldu frískar fruktir, turkaða frukt, snacks og okkurt annað smáting. Harumframt høvdu tey eitt úrvæl av frukt, sum var skorin, har man kundu fáa sær, so nógv sum man vildi; tað var frítt av tí at hetta var "royndar frukt" :) Vit keyptu okkum 2 súreplir í part. Claire sat við eitt borð og át makaronni og ost, og eftirsum hon orkaði ikki at eta alt upp, vit fingu restina ;p Hetta smakkaði ikki soo gott, men vit báðar vóru so svangar, at vit ótu tað allíkavæl.
Vit fóru so enn einaferð at koyra víðari, men steðgaðu nokso skjótt aftaná, tí vit skuldi keypa bensin. Her høvdu vit eisini "Poo-poo pee-pee time", men koyrdu skjótt víðari. Nú koyrdu vit leingi áðrenn okkara næsta stopp, sum ikki var fyrr enn um 19-20 tíðina, tá vit steðgaðu við eitt supermarked, har vit keyptu okkum okkurt at eta. Gurið fann nakrar hálstablettir her inni, so vit vóna, at tær fara at hjálpa uppá hennara háls. Síðani koyrdu vit í 45 min., áðrenn vit endiliga komu fram til Cedar Lodge, har vit skulu sova. Vit fingu lyklarnir og blakaðu síðani bagaguna í kamarið og fóru beinleiðis inn til Mike, tí hann skuldi fortelja okkum, hvat fer at henda í morgin. Hetta tók 5 min., og vit fóru síðani inn til Susanne og Charlotte at eta. Vit stegðaðu ikki leingi inni hjá teimum, men fóru í okkara kamar. Av tí at Gurið var so køld, leyp hon undir brúsina, meðan Gunnvá sat við telduna. Skjótt aftaná fóru vit í song.
Gurið sovnaði áðrenn Gunnvá, so tá Gunnvá er farin í song, og er um at sovna, fer hon tað størsta sjokkið nakrantíð!! Mitt í tí heila byrjar Gurið at rópa "AHHHH", meðan hon setur seg upp í songini. Gunnvá verður so sjokerað, og knappliga reisir Gurið seg upp í seingina og byrjar at trampa niður í songini, meðan hon enn rópar: "AHHHH", sum um hon er í lívsneyð. Av tí at Gurið var forkøla, helt Gunnvá kanska, at hon var í ørviti og var blivin heilt gag-gag! Meðan Gurið trampar niður í songina, traðka hon út á kantin á songini og missur fótafesti, og dettur frammav í songini. Gunnvá setur seg nú upp í seingina og rættur seg yvir til Gurið og tekur í armin á henni fyri at royna at finna útav, hvat sker. Í tí Gunnvá tekur í armin á Gurið, rópar Gurið ordiliga hart; "AHHHH". Gurið er enn eitt sindur í ørviti, og tí hon sigur við Gunnvá, at okkurt dýr var í songini. Gunnvá verður ordiliga forskrekt, tí hon heldur, at dýrið má vera nakað vemmiligt, eftirsum Gurið hevur reageraði, sum hon gjørdi. Vit tendra ljósið, men ongin av okkum torir at fara yvir til songina at hyggja, um nakað var har. Gurið sigur so: "Tað føldist, sum um tað var ein slanga, sum tók tvørtur um armin á mær". Meðan Gunnvá stendur yvirav Gurið, og veit ikki um hon skal flenna ella gráta, tí hon er forskrekt, fortelir hon fyri Gurið, at hon tók í armin á henni, aftaná at hon var dottin. Gurið vaknar nú, meðan Gunnvá greiðir henni frá tí, og Gurið minnist ikki nakað aftur. Vit finna útav, at tað opinbart ikki hevur verið ein slanga ella nakað dýr í songini, og at Gurið má hava droymt okkurt vemmiligt áðrenn, sum hon nú ikki minnist aftur. Gunnvá flennur, meðan hon tárar, tí hon heldur, hetta vera so herligt, men er enn soooo sjokera aftaná alt!! Gurið følir, at hon hevur ilt onkrastaðni, so hon hyggur á beinini og armin. Hon sær, at hon hevur fingið tvey merkir; eitt á høgra arm og eitt á høgra bein. Vit finna útav, at hon opinbart hevur smekkað seg í borðið, tá hon datt av seingini. Vit sita síðani á seingini, og tá Gunnvá hevur fortalt Gurið hvat er hent, sita vit bara flenna, tí vit halda, hetta vera so herligt!! Av tí at Gurið ikki tordi at leggja seg aftur í sína egnu song, spyr hon Gunnvá, um Gunnvá kann liggja á tí síðuni á seingini, sum er tættast við sína egnu song, og um hon kann leggja seg á plássið, har Gunnvá lá áðrenn, og sum er longst vekk frá hennara song, tí hon var bangin fyri, at okkurt dýr var í hennara song ;p So Gunnvá mátti so pent leggja seg á tað síðuna! Vit sløkkja ljósið og royna at leggja okkum at sova, men byrja at fáa láturkrampa av støðuni. Tíbetur sovnar vit endiliga og restin av náttini var tíbetur friðarlig ;p
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments