Profile
Blog
Photos
Videos
Heyy tit :)
Í morgun vaknaðu vit úti í oyðimørkini! Motellið, sum vit búðu á, liggur jú mitt í oyðimørkini. Vit skuldu møtast niðri í kamarinum hjá Mike at eta morgunmat kl. 6.42, so vit høvdu sett vekkarin at vekka kl. 6. Men vit hava opinbart ikki hoyrt vekkarin ella bara sløkt hann uttan at vita av tí, tí tá klokkan var 6.42 vaknaði Gurið av einum kufferti uttanfyri. Hon leyp upp, og rópti á Gunnvá, so hon eisini vaknaði. Vit skundaðu okkum at lata okkum í klæðir og busta tenn, og tíbetur høvdu vit pakkað tað mesta í gjár, so vit skuldu bara koyra toilettaskuna í ryggsekkin. Vit vóru faktiskt slett ikki so seinar oman til morgunmat, so tað var ikki so heilt galið! :) Aftaná at øll vóru liðug at eta morgunmat og høvdu tikið kufferti/ryggsekkin úr teirra kamarið, fóru vit at koyra. Á veg út úr býnum Havasu, sóu vit London Bridge, sum liggur í hesum býnum. Hehe, ljóðar løgi at London Bridge skal liggja mitt í oyðimørkini í USA, ha? Hon gongur tvørturum Colorado River. London Bridge var upprunaliga bygd í London, men av tí at hon byrjaði at søkka (tað eina árið sakk hon 3 cm), keypti ein maður herfrá hana, og tað er tí hon bleiv flutt hertil.
Vit koyrdu síðani í eini 2 tímar til ein bý, sum eitur Seligman. Gjøgnum hendan býin gongur tann kendi vegurin Route 66, sum gongur tvørturum alt USA. Route 66 var rættiliga reklamera í hesum býnum. Vit komu til ein handil, har dukkur av kendum stóðu uttanfyri; ein bilur, har tvær dukkur stóðu viðsíðurnar av, ein dukka, sum sat á einum bonki, onkrar dukkur stóðu uppi, meðan fleiri stóðu uppi á einum altani á handlinum. Inni í handlinum kundi man keypa mangt og hvat, har tað stóð Route 66 á; t-shirtir, pennar, gløs, magnetir, kort og nógv annað. Áðrenn vit fóru avstað, tóku vit eina bólkamynd við ein vegg, har tað var málað Route 66 á. Aftaná at hava verið í býnum í 30 min, gekk leiðin víðari.
Tá klokkan gjørdist uml. 12 steðgaðu vit aftur, tí nú skuldu vit eta lunch. Komin út úr bilinum, føla vit, hvussu kalt tað er, og síggja eisini, at tað er kavi summa staðni her. Vit hildu hetta vera sera undarligt, tí í morgun vaknaðu vit úti í oyðimørkini, har tað var nokso heitt, meðan vit nú vóru í einum staði, har tað var kavi og øgiliga kalt. Vit ótu lunch úti, har vit stillaðu kassarnir við matinum, sum Mike hevði keypt, á nakrir bonkir. Vit gjørdu okkum sandwich, og ótu frukt omaná. Tá vit vóru liðug at eta, høvdu vit 15 min. áðrenn vit fóru avstað, so vit fóru gongutúr í býnum. Meðan vit ganga í kavanum fortelur Claire Gurið, at hon ongantíð hevur spælt kavakríggj. Hon kemur úr Melbourne, Australia, og hevur tí bert sæð kava tvær ferðir, tá hon hevur verið og ferðast. Gurið ger tí beinanvegin eitt kavablak, ið hon kastar eftir Claire. Claire ger eisini eitt kavablak, ið Gurið og hon so kasta í millum við eina løtu. Nú hevur Claire so fyrstu ferð roynt at spælt kavakríggj :)
Nú gekk so leiðin endiliga til Grand Canyon, sum vit øll hava glett okkum sooo nógv til. Vit koyrdu í ein tíma, áðrenn vit komu hartil. Í alt hava vit koyrt 250 miles í dag.
Klokkan var 13, tá vit komu har, so nú var tað tíð hjá øllum, sum skuldu fara túr við tyrlu yvir Grand Canyon, at fara at chekka inn, tí tyrlan fór avstað kl. 13.30. Øll uttan Gunnvá høvdu avgjørt at fara, so aftaná at øll hini høvdu chekkað inn til tyrlutúrin, fóru hon og Mike til hotellið, har tey fingu lyklarnar til kamarið. Gunnvá sá beinanvegin, at tað var frítt internet, so hon legði seg í songina í kamarinum at skypa.
Gurið fór við tyrluni, og hon helt hetta vera tann besta mátan at byrja sín Grand Canyon uppliving uppá. Hon, Charlotte og Susanne sluppu at sita fremst í tyrluni, og tær høvdu eitt avbera væl útsýni. Emil og Isabelle sótu aftanfyri saman við tveimum øðrum fólkum. Astrid, Lotte, Anne og Claire fóru við eini aðrari tyrlu. Man hevði tað vakrastu sjónina í tyluni, serliga tí at í Grand Canyon var partvís kavi. Tað gjørdi tað so vakurt. Í tyrluni fekk man virkuliga ein hóming av, hvussu stórt Grand Canyon veruliga er. Vit hildu økið, sum vit flogið yvir vera ómetaliga stórt, og tað var bert ein 5 partur av øllum Grand Canyon, so ja, Grand Canyon er heilt heilt ótrúliga stórt øki.
Aftaná at Mike hevði verið eftir øllum, sum vóru við á túrinum, og Gurið komin aftur á hotellið, fór Gurið eisini at skypa heim. Klokkan 14.30 gekk leiðin til Grand Canyon; nú var tað tíð til at fara gongutúr í Grand Canyon. Mike koyrdu okkum øll niðan til Bright Angel Trailhead, har vit síðani gingu til bussstoppistaðið, og fóru víðari við Shuttle-bussið. Vit koyrdu í eini 30-40 min. til eitt stað, sum eitur Pima Point, har vit fóru av, og byrjaðu gongutúrin herfrá. Vit byrjaðu øll saman, men av tí at onkur steðgaði á og vildi taka myndir, fóru Claire, Charlotte, Anna, Astrid og Lotte undan okkum. So vit báðar, Susanne, Emil og Isabella fylgdist. Meðan vit ganga og síggja tað mest fantastiska útsýnið, vit nakrantíð hava havt, drippar ein blóðplettur niður á hondina hjá Gurið. Hon turkar nøsuna við hondini, og hin gerst tað bera blóð - Gurið bløðir næsablóð! Av tí hon ikki hevði nakað papír at turka blóði uppí, tekur hon kava upp og gera eitt kavablak, sum hon heldur ímóti nøsini, soleiðis at blóði fer í kavablaki. Vit halda øll, hetta vera nakað so stuttligt, og klára ikki at lata vera við at flenna. Hóast hetta er eitt sindur óbehagiligt fyri Gurið, stendur hon við láturkrampa. Eftir eina lítla løtu hevur Gurið eitt reytt kavablak í hondini, og er noydd at gera eitt nýtt ;) Gurið byrjaði ivaleyst at byrja næsablóð, av tí at luftin er so turr her uppi. Vit eru jú uml. 6000 feet yvir sjóarmálanum. Eftir at tað næsta kavablakið er blivið reytt, steðgar at bløða :)
Tað fyrstu helvtina av vegnum tóku vit ganska róligt, har vit ganga í millum trøini og uttaliga, soleiðis at vit hava eitt vakurt útsýni yvir Grand Canyon. Vit steðgaðu ofta á og tóku myndir av tí vakra Grand Canyon, men av tí at klokkan bleiv nokkso nógv, og vit skuldu lukkast at síggja sólsetur á einum ávísum staði, byrjaðu vit at ganga eitt sindur skjótari og steðgaðu ikki so ofta á. Tá vit so komu til eitt, ið eitur Mohave Point, var sólin so smátt við at fara undir, so vit steðgaðu á her. Hetta var eisini tað staðið, ið við høvdu ætlað okkum at steðga við :) Vit hildu øll, sólseturin vera sooo flottan, og fóru tí vælnøgd í shuttle-bussin, tá sólin var farin niður. Bussurin koyrdi okkum aftur hartil, vit byrjaðu í dag. Her bíðaðu Mike og hini eftir okkum. So skjótt sólin fór undir, gjørdist tað nakað so kalt, at øll vóru næstan deyð í kulda.
Nú gekk leiðin at eta døgurða. Øll vóru rættiliga svong eftir tann langa og góða gongutúrin í dag. Mike hevði avgjørt, at vit skuldu fara at eta á hotellinum Best Western, har vit øll bíløgdu okkum kylling. Rættirnir eru so stórir her í Amerika; vit fingu ein hálvan kylling í part Aftaná fóru vit á hotellið hjá okkum, har vit løgdu okkum undir dýnuna at verma okkum. Meðan vit lógu undir dýnuni, settu vit okkum við telduna at skriva bloggar og vóru eisini á facebook eina løtu. Hareftir gekk leiðin í song.
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments