Profile
Blog
Photos
Videos
Heey :D
Vit vóru longu uppi klokkan 5 í morgun, av tí at vit fara at hyggja eftir sólarrisi í Grand Canyon. Tá klokkan var 5.15, bankaði uppá hurðina. Tá vóru tað Charlotte og Susanne, sum chekkaðu, um vit vóru vaknaðar. Vit forsvóvu okkum jú í gjár, so tað var ordiliga fitt gjørt av teimum :) Vit pakkaðu tann stóra ryggsekkin, áðrenn vit fóru avstað við bussinum kl. 5.35. At hygga eftir sólarrisi var frívilligt, so tí komu tær norsku genturnar, Anna, Astrid og Lotte, ikki við.
Tá vit komu til Grand Canyon var byrja at blíva ljóst, so vit skundaðu okkum oman at hyggja eftir sólarris. Vit øll fóru oman á ein klippa at hyggja, men Gunnvá og Charlotte stóðu uppi á og hugdu í staðin. Tað var so fantastiska flott at síggja. Nú hava vit sæð Grand Canyon allastaðni frá, bæði frá luftini (tyrlu), frá síðuni og frá eitt sindur niðri í Canyon. Tá vit høvdu hugt eftir tí mest fantastiska sólarrisinum, fór vit aftur á hotellið. Her vaktu vit tær norsku, og fóru síðani øll at eta morgunmat. So gekk leiðin ímóti Las Vegas! :)
Tá vit høvdu koyrt eina løtu, spurdi Mike okkum, um vit vildu sleppa ein umveg. Vit søgdu ja, fyri at vita hvat spennandi, hann nú hevði at bjóða uppá. Vegurin, sum vit koyrdu eftir, var ordiliga smalur og klingrutur, og tað var høgt niður. Tá vit høvdu koyrt eina løtu, sóu vit aftur skeltið "Route 66". Hesin vegurin er tann upprunaligi vegurin av "Route 66", sum vit koyrdu á í gjár. Tey gjørdu vegin umaftur, soleiðis at hann var størri og lættari at koyra ígjøgnum. Útsýni frá hesum vegnum var so heilt óvanliga vakurt. Her hevur verið eitt hav, og so eru eisini restir av eini vulkan. Trupult at greiða frá..
Okkara fyrsta steðg var í Mojave Desert, har vit sóu tríggjar statir í senn. Vit vóru í Arizona, og sóu yvir á Nevada og California. Nøkur frá Kanada vóru eisini steðgaðu á hesum staðnum, so guide'in hjá okkum gjørdi ordiliga gjøldir burturúr, at kanadiar vóru vandamiklir. (Amerikanarar og kanadiar hava eitt sovorðið skeg forhold, har tey - serliga amerikanarar - elska at gera gjøldir burturúr kanadiarum). Hann gekk spakuliga yvir í móti teimum, men so spurtaði hann aftur til okkum, og lat sum um hann var ordiliga bangin :) Heilt herligur :) Tá vit vóru komin í bussin, og byrjaði at koyra, rópar Gunnvá, at vit mangla Isabellu. Isabella var, sum ikki eina ferð, forsein :') Vit koyrdu so fimm ferðir í runding, áðrenn vit sóu hana koma.
Nú gekk leiðin ímóti Oatman. Beinanvegin vit komu hertil, sóu vit, at hetta var ein touristbýur, sum (hin sum vit vóru við hin dagin (route 66)). Hesin minti akkurát um ein sovorðnan cowboy-bý. Tað, sum er sera serligt við hesum býi, er, at vill æsil (muel) ganga leys allastaðni í býnum. Hesin býurin bleiv grundaður í 1906, orsakað av eini gullminu, men gjørdist ein touristbýur í 70-inum. Orsøkin til, at býurin enn er til, er bert orsakað av teimum villu æslunum. Vit steðgaðu her at eta døgurða. Tá vit høvdu havt okkara picnic, fóru vit ein gongutúr í býnum. Tað gingu æsil allastaðni kring okkum. Meðan vit gingu her, hoyrdu vit onkran byrja at skjóta við revolvara. Tá var tað cowboy showið sum byrjaði. Í býnum her hava tey eitt cowboy-show um dagin. Hetta var sera skeg at síggja, tí tey gjørdu so nógv burturúr. Tá showið var liðugt, fóru vit inn ígjøgnum eina reyða hurð til eina resturatión. Í hesi resturatiónini høvdu tey pengaseðlar allastaðni á vegginum og undir loftinum. So í staðin fyri tapet, høvdu tey koyrt pengaseðlar allastaðni - sera specielt :) Á veg aftur til minibussin føldu vit báðar okkum noyddar at kela æslunum, av tí at hetta faktiskt er fyrstu ferð, vit síggja æsil, so tað gjørdu vit. Vit byrjaðu so aftur at koyra. Meðan vit koyra, koyra vit forbíð ein golfvøll, har fólk royndu at koncentrera seg um spælið. Mike, sjafførurin hjá okkum, floytaði tí allan vegin framvið golfvøllinum. Hann er ein so heilt herlig typa :)
So gekk leiðin ímóti Las Vegas. Til at koma til Vegas, noyðast vit úr Arizona og inn í Nevada. Vit løgdu beinanvegin merki til munin, tá vit skiftu stat. Beinanvegin tá vit vóru komin yvir um grensuna, sóu vit nógv casino og kempi stór hotellir. Munurin á Nevada og øllum hinum statunum í USA er, at í Nevada hevur man loyvi til at gambla. Vit hildu á fram at koyra ígjøgnum Mojave desert, inntil vit komu til Vegas. Las Vegas liggur mitt í oyðimørkini, og man sær tað langan veg frá. Aftaná vit fyrst byrjaðu at síggja tey høgu hotellini langt burturi frá, koyrdu vit hvørfalt í 2-3 tímar, áðrenn vit komu til Vegas. Tað fyrsta, sum vit síggja, tá vit koma til Las Vegas, er eitt wedding chapel. Vit koyrdu runt í býnum eina lítla løtu bara fyri at síggja alt og vita, hvar vit skuldu fara. Vit øll vóru ordiliga ovfarin, tá vit komu til Las Vegas. Alt er sooo stórt! Hetta er so stór kontrast frá Grand Canyon, at eingin visti, hvat tey skuldu siga. Vit koyrdu síðani til hotellið, soleiðis at vit kundu slappa eitt sindur av, áðrenn vit fara út í kvøld. Mike hevur lagt planir til okkum í kvøld, men vil ikki siga nakað um, hvat tað kann vera, so vit eru sooo forvitin.
Mike hevði fortalt okkum, at kømurini, sum vit búgva á í Vegas, ikki eru líka luksus, sum tey hava verið allastaðni á túrinum, so vit høvdu lágar forvantningar, tá vit fóru inn í kamarið. Vit blivu so ovfarnar, tá vit sóu, at eisini her høvdu vit hvør sína dupultsong í part, eitt sjónvarp og eitt wc í kamarinum. Tá Gurið fór undir brús, tendraði Gunnvá telduna, og sá at vit høvdu frítt internet. Vit brúktu so eina løtu inni á internetinum, áðrenn vit skuldu út at eta saman. Planirnar hjá okkum í kvøld, vita vit ikki heilt. Tað einasta, vit hava fingið at vita frá Mike, um planirnar í kvøld, er, at vit fara út at eta kl.18, so vit øll møttist niðri í loungeini tá. Vit fóru til eitt stað, ið eitur Buca, har Mike bestilti mat til okkum. Vit ótu ein familju døgurða, har vit fyrst bestiltu ein rætt við seefood (reiður, skeljum og høgguslokki), sum vit øll ótu av. Tá vit vóru liðug við hann, bestiltu vit ein annan rætt, har vit fingu parmesan chicken og pasta rætt við kyllingi. Tá vit endiliga vóru liðug at eta, vóru vit so mett. Vit báðar og Susanne umhugsaðu at keypa eitt kakustykkið at deila, av tí at kakustykkini eru so stór, men vit droppaðu tað tilendans, tí vit vóru simpulten so mettar.
Tá vit øll vóru liðug at eta, fóru vit aftur til hotellið, har vit fyrst fór at gera okkum klár, og síðani møttist vit í kamarinum hjá Mike (guide). Vit sótu í kamarinum og roksaðu, meðan summu fingu sær øl. So kemur Mike inn, og biður Emil koma oman at hjálpa sær við onkrum. Vit vera allar ordiliga forvitnar, og byrja tí at roksa um, hvat Mike kann hava funnið uppá. So kemur Emil inn aftur, og hann sær heilt ovfarin út. Vit vera tí heilt forvitnar nú, og royna at spyrja Emil, hvat yvirraskilsið er. Emil fortelur ikki nakað, men sigur, at vit allarhelst fara at skríggja, tá vit finna útav tí. Hann hevur ikki meira enn sagt hetta, áðrenn Mike kemur inn í kamarið, og biður okkum koma við sær. Vit eru so spentar, meðan vit ganga oman ígjøgnum trappurnar. Gurið byrjar at taka video við kameraðinum, tí tað var so spennandi. Og so byrjaðu allar genturnar at skríggja!! Uttanfyri hotellið hjá okkum stóð ein stór hvít Hummer Limosine! Sjafførurin stóð og helt hurðini opnari, og inni í limosine'ini vóru nógvar champagne fløskur. Musikkur var frá, og tá vit komu inní limosine'ina, sóu vit at tað eisini vóru sjónvørp har inni, ið vístu videoløgini av teimum songunum, ið blivu spældir. Vit vóru øll ordiliga uppi at koyra, um at vit vóru í limosine. Vit koyrdu runt longi, og steðgaðu síðani við "Las Vegas"-skeltið at taka myndir. Vit fóru so aftur í limosine'ina, og koyrdu runt eina løtu afturat. Vit hingu út í gjøgnum vindeyguni, og tað var barasta so skeg! So steðgaðu vit aftur eitt stað. Nú skuldu vit til eitt rock and roll show. Tað, sum er serligt við hesum showinum er, at tað fyrigongur á einum lærredi uppi undir loftinum. Tá showið var liðugt, fóru vit aftur í limosine'ina. Nú koyrdu vit aftur runt í býnum. Tað var so skeg, og vit hyggaðu okkum ordiliga saman. Tað, sum var so skeg, var, at vit vóru so nógv. Øll vóru við, vit báðar, Susanne, Charlotte, Lotte, Astrid, Anne, Emil, Claire, Isabelle og Mike. Tá klokkan gjørdist 00, blivu vit sett av við Bellagio, har vit nú fóru at hyggja eftir einum springvatn-showi. So var túrurin fyri í kvøld liðugur, og vit øll fóru í hvør sín rætning, og sum man plagar at siga:
"What happens in Vegas stays in Vegas" ;)
Klemm Gurið og Gunnvá
- comments