Profile
Blog
Photos
Videos
Hey tit :)
Í dag er Valentine's dagur, so vit báðar hava avtalað at feira hann seinni.
Tokið hjá okkum bleiv 2-3 tímar forsinkað. Hesin túrurin í tokinum var deiliga avslappandi. Vit skrivaðu bloggarnar, sum vit manglaðu, og valdu myndir til at leggja út. Kl. 7 blivu vit vaktar. Vit skuldu nú aftur ígjøgnum immigratiónskontroll, men hesa ferð sluppu vit at vera í tokinum. Tá vit høvdu fingið prógv um, at vit fóru út úr Malaysia, løgdu vit okkum aftur at sova. Vit blivu vaktar aftur kl. 8.30; nú skuldu vit ígjøgnum immigratiónskontrollið í Singapore. Hesa ferð skuldu vit út úr tokinum. Gurið hevði hvørki linsur í ella brillur á, so Gunnvá var noydd at fortelja, hvønn veg hon skuldi ganga :p Tá vit vóru komnar ígjøgnum kontrollið, fóru vit aftur í tokið, har vit fingu okkum morgunmat - fransbreyð við nutella :p Vit løgdu okkum so aftur at sova eina lítla løtu.
Kl. 9.30 vóru vit so í Singapore. Vit deildu taxa við tveimum gentum frá Finnlandi - tær búgva eitt sindur longu burturi enn vit. Taxabilurin slepti okkum so av við gøtuna, har vit búgva. Vit gingu ígjøgnum gøtuna og sóu, at eitt skilti við eini bjørn stóð uppi yvir einum av teimum nógvu handlunum, ið liggja her. Man skal ganga ígjøgnum ein handil fyri at koma til hostellið. Tá vit komu inn, vóru øll ordiliga blíð. Vit máttu sita og bíða í 2 tímar, áðrenn vit sluppu at chekka inn, men hetta gjørdi einki, tí vit høvdu frítt internet. Vit løgdu so bloggar út á netið o.t. Hostellið eitur 'A Beary Good Hostel' og liggur mitt í Chinatown, og tað liggur faktisk tætt við næstan alt. Beint uttanfyri hostellið kann man taka MRT(metro), so tað er ordiliga lekkurt.
Tá kl. var uml. 13, segði konan í receptiónini, at nú var kamarið klárt. Síðani fóru vit í okkara kamar, sum er eitt dorm, har tað er pláss fyri 12 fólkum. Vit fingu hvør sína song - vit sova í koyggjusengrum. Vit løgdu okkum so at sova og svóvu til kl. 16, tá vit fóru upp undir brús. Aftaná fóru vit at hyggja okkum um runt í býnum, og av tí at vit skuldu út á date seinni, fóru vit at keypa valentine's day gávu. Vit keyptu sjokolátu, eina rósu og eitt armband til hvørja aðra. Vit vóru eisini á apotekinum, tí Gunnvá ætlaði at fáa okkurt medicin (antibiotika) til beinini hjá sær. Men tey fingu ikki hjálpt okkum, tí man skal hava recept uppá tað sterka antibiotika, ið Gunnvá tørvaði. Av tí at tey ikki kundu hjálpa okkum, bóðu tey okkum fara til lækna, so tað ætla vit í morgin. Tá vit komu aftur eitt sindur áðrenn kl. 20, bjóðaðu tey pizza á hostellinum, eftirsum tey høvdu 1 ára føðingardag :) Av tí at tey høvdu føðingardag, fingu vit eisini kamarið fyri lítið og onki. Vit goldu 6 S$ fyri tað, sum er uml. 25 kr., so tað var ordiliga lekkurt. Aftaná at vit høvdu etið okkum mettar av pizza og hugt eftir einum filmi, fóru vit út at feiðra Valentine's Day! Vit komu til centri, har vit vóru og keyptu í dag, og sóu, at man kundi keypa Chocolate Ice Shake í einari restaurent/café, sum eitur Swensens. Av tí at tað var Valentine's Day, fóru vit at fáa okkum ein. Uhmmm... Hesin smakkaði øgiliga gott. Vit góvu hvørjari aðrari gávuna og eitt bræv, sum vit høvdu skrivað til hvørja aðra. Vit ótu sjokolátuna, drukku shakin og lósu brævið :) Vit royna at vera romanstiskar ;p
Síðani gingu við til Clark Quay, har nógvar restaurantir og barrir eru. Hetta var sera hugnaligt, og her vóru eisini rættiliga nógv fólk. Áðrenn vit fóru úr Føroyum, hevði Gurið hoyrt um eina serliga barr, sum eitur The Clinic, so vit fóru at leita eftir hesari. Tað var ikki leingi, áðrenn vit funnu hana. Tað serliga við barrini er, at hon hevur eitt sjúkrahús-tema. Sofurnar líktist hospitalsengrum, man kundi sita í rullistólum og so kundi man drekka ein drink úr einum droppi. Vit hildu, at hendan barrin var sera stuttlig og óvanlig.
Aftaná at hava verið í The Clinic, gingu vit runt har á økinum. Meðan vit ganga og spáka, koma knappliga tríggir japanesarir til okkum og spyrja okkum, um vit kunnu vera teirra Valentine ;) LOL!! :) Av tí at vit søgdu nei, spurdu teir okkum, um vit komu við teimum. Í fyrstuni vistu vit ikki ordiliga, um vit skuldu fara við teimum, men eftir at hava hugsa okkum um eina løtu, avgjørdu vit at fara. Tað er ikki hvønn dag, man fylgist við japanesarum! ;) Japanesararnir itu Kentaro (26 ár), Soh (26 ár) og Joe (23 ár). Teir vóru á business- og sightseeingtúr í Singapore í 4 dagar, og meðan teir eru í Singapore, búgva teir á tí flotta hotellinum, Marina Bay Sands Hotel. Teir vóru øgiliga fittir og prátingarsamir. Teir spurdu okkum ofta, um vit ikki vóru svangar og vildu hava okkurt at eta (teir skuldu gjalda), ella um vit vóru tystar og vildu hava okkurt at drekka. Eftir at hava prátað við teir eina góða løtu, spurdu teir okkum, um vit vildu sleppa at síggja útsýnið frá teirra hotellið. Tað vildu vit gjarna og fóru við :) Teir vildu ikki, at vit skuldu gjalda nakað, so teir goldu fyri taxain hartil. Tá vit komu á hotellið var kl. uml. 1-2. Tíverri var tað stongt á takinum, har man kann síggja útsýnið yvir býin og allar svimjihylarnir, ið eru uppi á har. Tann eini av japanesarunum, Kentaro royndi leingi at yvirtala vaktin, um vit ikki kundu sleppa inn ;) men tað eydnaðist ikki at yvirtala vaktin, og japanesararnir blivu við at siga "sorry" við okkum ;) Síðani sluppu vit at síggja kamarið hjá teimum. MAAA!!! tað var stórt!! Stórt wc, lekkra útsigt yvir býin, stóran flatskerm o.a. Teir vístu okkum síðani, hvussu man skrivar okkara nøvn á japonskum - tað er heilt ótrúligt, at japanesarir klára at skriva japanskt. Teir hava trý ymiskt skriftmál, har tað eina eitur kanji, og sigst verða tað ringasta. Vit sluppu so at taka papírið við okkara nøvnum heim við, so tað var ordiliga skeg :) Aftaná søgdu vit, at vit fóru heim, og søgdu bei við teir. Men áðrenn vit vistu av, fylgdu teir okkum allan vegin oman til taxabilarnir! :) Teir spurdu, hvar vit skuldu, fortaldu taxasjafførinum tað. Teir fóru eisini yvir til taxasjafførin við pengum til taxain, soleiðis at vit sluppu undan at gjalda nakað. Teir høvdu fortalt okkum fyrr um kvøldið, at orsøkin til, at teir goldu fyri okkum, var, at soleiðis var kultururin í Japan; at "the seniors" (tey eldri) skulu syrgja fyri "the juniors" (teimum yngru). Tað einasta, vit kunnu siga aftaná hetta kvøldið, var, at vit føldu okkum sum prinsessur alt kvøldið, og at teir vóru nakrir ordiligir gentlemen :D Kl. 3 fóru vit í song.
Klemm,
Gurið og Gunnvá
- comments