Profile
Blog
Photos
Videos
Ferðin hjá mær byrjaði sunnudagin 29. mai, tá eg fór til Danmarkar.
Tíðliga um morgunin 30. mai fór eg á indisku ambassaduna fyri at avheinta visum og tað gekk alt gott. Og seinni um dagin fór eg í Amagercentrið, har eg møtti Paulu og vit fóru heim til hana, so eg kundi síggja hvussu tey búðu.
31. mai svav eg leingi, tí eg hevði ikki sovið so væl um náttina, í íbúðini hjá Høgna. Síðani fór eg á Strøget har eg var og át og shoppaði við Susan, Barbaru, Sáru og Rakul. Eg fór kanska í so seint heim aftur, tí klokkan 19.00 var eg í Kastrup og flúgvarin skuldi flúgva klokkan 20.00, men eg gekk skjótt og kláraði til flúgvarin í nóg góðari tíð.
Eg hevði eitt sindur av nervum av øllum hesum, tífyrst mundi eg komið ov seint til tað fyrsta flogfarið, og nú var eg fyri fyrstu ferð einsamøll, við ongum føroyingi rundan um meg, men ein var við mær og hjálpti mær gjøgnum alt hetta. Eg hevði eisini eitt sindur av nervum fyri hvussu tað fór at ganga tá eg kom til Heathrow og hvussu tað fór at verða við Íranum, sum eg skuldi møta í Heathrow og fylgjast við restina av ferðini, men alt hetta gekk eisini yvirraskandi væl, tí á flogvøllinum var einki problem við at finna rætta tok fyri at koma til rætta terminal og alt sovorit. Og tá eg hevði fingið mær okkurt at eta, var Írin har J
Vit sótu so alla náttina til 1. juni og bíðaðu á flogvøllinum í London, men tað var hart at halda seg vaknan. Men vit høvdu teldu, filmar og kort, so tað gekk okay. Vit chekaðu inn í góðari tíð og komu til ein stóran flúgvara við lekkrum morgunmati.
Vit flugu í seks og ein hálvan tíma og svóvu tað mesta av tíðini. Og klokkan 16.30 lokala tíð, lendu vit í Doha, Qatar við 38' C J
Nú er klokkan 18.00 og vit sita á flogvøllinum í Doha og bíða eftir síðsta flogfarinum á hesum sinni, sum fer klokkan 20.45 lokala tíð og verða vónandi í Cochin klokkan 03.25 lokala tíð, sum er klokkan 23.00 føroyska tíð. So tá hava vit BARA ferðast í 28 tímar.
Ikki taka tykkum av stavifeilum og ørðum .. teldan sløknar nú :p
- comments
Karina Oys hetta var deiligt at sleppa at lesa, havi hugsað nógv um teg í dag :) Ordiliga gott at tað gekk so væl at reisa. Tú ert ein knøs :) Flogvøllurin í Qatar er lekkur ha? Har keypti eg nógv bíligt og flott :) Góða ferð víðari diddan :) Hugna tær alt tað tú kanst, tí dagarnir umborð flúgva avstað og hvør dagur er ein uppliving og ikki minst ein dreymur :) Heilsa nú øllum umborð frá mær :) Serliga Annu og Símin Pætur. Gleði meg at lesa meiri :) Alt tað besta skatturin :*