Profile
Blog
Photos
Videos
Okay... Nú veit eg ikki hvør tímur at lesa mín blogg meira, tí eg aldrin koyri útá, men tit mugu bera yvir við mær, tí eg havi bara 2 vikur eftir og royni at nýta tíðina fult út. Men hesaferð er tað interessant ;)
Eg havi tað gott og hopi tit har heima kunnu siga tað sama :)
Enjoy :D
15.07.11
Í dag var eg aftur úti og át við skipsfamiljuni og tað var sera stuttligt og hugnaligt.
Aftaná hetta fór eg til ITC, ella KT sum tit har heima kalla tað, og royndi tað senda videoið harfrá so tað kanska kemur heim til tíðina. Eg var eisini til føðingardagin hjá Antoni úti á dekk 9 og so royndi eg at finna útav bilett heim og skrivaði til Ninni um at koma til London eftir mær J
16.07.11
Í morgun var eg í ITC aftur og spurdi um videoið og tað riggaði at upploada. Men tá eg hevði døgurðapausu royndi eg so at senda tað og tað riggaði ikki for gott :/
Eftir døgurðapausuna í dag høvdu vit so Angels Moment og tað var bara hygg við øllum einglunum, tí tvær hava havt føðingardag hesa vikuna og tvær fara at skifta arbeiði umborð.
Klokkan trý fóru eg, Laura og Joey út í býin, men veðrið var ikki av tí besta, so vit fóru bara at keypa tað síðsta sum vit vildu hava her við Unawatuna Beach, fóru til Galle Fort at keypa okkurt har og so til eina Accapella konsert við 10 monnum og tað var ordiliga gott og teir dugdu ordiliga væl. Altíð ein góð troystiloysn tá man ikki kann verða við til brúdleypið. Men á veg til Galle Fort tosaði eg við Susie, meðan hon gjørdi seg klára til tann stóra dagin og tað var sera hart og eg græt og hon græt, so hon var noydd at leggja make-up umaftur :p
Men aftaná konsertina fóru vit til Pedlars Inn at eta nátturða og eg var har fyri triðju ferð á hesum sinni. Tá eg kom heim tosaði eg við Jaspur meðan hann var í brúdleyp og hann segði at hann hevði fingið videoið og hevði klipt tað og fingið tað at virka, so tað var eitt ordiligt lættilsi fyri meg, tí eg var so kedd um, at eg einki hevði gjørt til brúdleypið.
Men tað var eisini sera ringt fyri meg at tosa heim og leingdist eg sera illa bæði í gjár tá eg visti at alt bleiv gjørt klárt, og í dag tá vígslan og brúdleypið var og hevði eg bara ynskt at eg var heima aftur.
17.07.11
Í døgurðapausuni checkaði eg mail og Ninni skrivaði at hon kom til London eftir mær, so vit verða í London eina viku áðrenn eg komi heim.
Tá eg var liðug at arbeiða var eg til farewellparty fyri volontørum og tað var sera rørandi at siga bei við sín buddy og tey sum man var komin at kenna her.
So fóru vit at siga bei úti á dekkinum tá vit byrjaðu at sigla út, við fløggum og øllum og keiin var full av fólkið, og tað var stórur munur á tá vit komu her, tá var tað bara eitt gentukór og Line-Up-Team/ tey sum høvdu fyrireika alt fyri okkum at koma her.
18.07.11
Í morgun komu vit til Hambantota. Eg svav líka til klokkan 11 og tá eg fór upp helt eg at vit enn sigldu, tí hetta er eisini ein havn har skipið flytur seg við aldunum meðan tað liggur at kei.
Fyrstu ferð eg hugdi út fekk eg eitt ordiligt chock. Tað var bara oyðimørk rundanum okkum. Tað var í hvussu so er tað vit hildu, men tá Joey var liðug at arbeiða skuldu vit fara ein gongutúr út og tá møttu vit Moses, Yuki og nøkrum asiatum og sluppu út við teimum at síggja býin. Tá vit akra vóru byrjaði at koyra til gate'ina sum er laaaangt vekk frá skipinum, sóu vit eina villa apu sita á einum stakitti og hyggja eftir okkum og sum vit koyrdu sóu vit eisini 3 apur sita uppi í einum lygtapela, so tað var nokkso stuttligt. Vit gingu bara rundt í býnum og sóu okkum um og so fóru vit út at eta kinesiskt. Og tað var upp á tann ordiliga mátan, av tí at tað bara vóru kinesarir. Tað var sera stuttligt at prøva og tá vit komu heim aftur var worship night og aftaná tað høvdu vit STEPparty fyri teimum nýggju STEParunum sum longu eru komnir og tað var sera hugnaligt og vit komu at kenna hvønn annan betur. Ein sera góður dagur her í Hambantota.
19.07.11
Í dag hevði eg mín fyrsta e-day her í Hambantota og eg skuldi deila papír um skipið út. Tá vit komu til býin møttu vit einum manni og hann vísti okkum rundt í býnum og var við okkum næstan alla tíðina. Hann var ikki ein trúgvandi, men trúði at tað var okkurt aftanfyri tað heila, hann visti bara ikki hvat. Hann tosaði eitt sindur um "tá vit fara upp" so tí veit hann at okkurt er at trúgva. Men dagurin gekk ordiliga skjótt og gott og vit tosaðu við nógv fólk. Og tá vit vóru komin heim aftur og eg hevði sovið eina løtu hevði eg E-day á dekk 4. Tað var eitt sindur av fólkið og eg sat fyri tað mesta í KidsCornor og gjørdi papírdvanar og gav eisini onkrar tours. Tá mín E-day var liðugur var tað beinleiðis til SwingDance úti á bryggjuni og tað vóru sera nógv sum luttóku hesaferð og tað var ordiliga hugnaligt.
23.07.11
Í morgun var eg uppi til andaktina og so fór eg at sova víðari til klokkan 11, tí tá skuldi eg møta mínum e-day bólkið, tí vit skudu hava eitt program úti á keiini. Klokkan 13.00 var eg klár í mínum Sahri at fara út á keiina og var í Sahri allan dagin, tí vit skuldu verða í onkrari nationaldrakt og av tí eg ikki hevði míni føroysku klæðir við, valdi eg at fara í mín nýggja Sahri.
Programmi gekk ordiliga val og mítt e-day team skuldi bara ganga millum fólkini og tosa við tey og um onkur upptrakkari ikki møtti upp skuldu vit undirhalda á senuni eina løtu. Og tað bleiv bara til tveir skotskir dansir, so sig so ikki tað, eg havi dansa skotskan dans fyri fleiri hundrað fólkum í Sahri.
Í dag upplivdi eg eisini mína fyrstu GOD-story (tað er tað tey kalla tað her umborð). Eg møtti einum dreingi, sum hevði eina bíbli í hondini, hann hevði fingið hana frá Matthias, einum STEPara og tað fyrsta hann segði við meg var at hann vildi verða líka sum vit umborð, hann sá at vit øll vóru sum ein familja, og tá eg endiliga fekk ein møguleika at boða evangeliið, var tað onkur sum avbreyt okkara samrøðu, men eg tosaði so við hann og fekk gleðiboðskapin fram og Rajkumar og eg vísti honum hvussu hann skuldi lesa bíbliuna. Tá eg hevði verði inni til nátturða møtti eg honum aftur og eg og Thabo tosaði við hann líka til vit fóru inn, so tað var fantastiskt at uppliva og hann bara tosaði um at hann kundi ikki fara heim og at hann bara vildi verða har og spurdi um tað ikki var onkur ekstra song til hann. Og sjálvandi, eftir at eg var farin inn og hevði havt evalueringsfund um dagin møtti eg honum aftur, inni í skipinum, har Matthias gav honum og vinmonnunum enn ein tour. Eg fór so við teimum og eg sá hvussu brennandi hann var og at hann vildi vita meira og verða sum vit. Fantastiskt upplivilsi fyri dagin.
24.07.11
Í dag hevði eg frí, men var uppi klokkan 10, til morgunmøtið. Seinni um dagin vildi eg gera okkurt til nyttu og fór á dekk 4, men tað var so fult av fólkið at man fekk ikki vent sær, so eg slapp mær bara aftur í kamari og ætlaði bara at fara á dekk 9 at lesa ein bók og sóla mær, men tá eg akra hevði koyrt sólkrem á, bóðu tey um hjálp til CrowdControl, so eg fór út at hjálpa teimum, og kø'in var gyseliga long, ca. 3500 fólk allan dagin. Eg bleiv plasera einastaðni í endanum og stóð har frá ca. klokkan 16 til klokkan 19.00. Meðan eg stóð har møtti eg dreinginum, Chamith, aftur, men eg var so upptikin so eg fekk ikki ordiliga tosa við hann. Men tá eg var inni til nátturða bleiv tað rópt í hátalarunum eftir mær og tá var tað hann sum spurdi eftir mær. Eg fór so út til hann og avtalaði eg eg skuldi møta honum klokkan 20, tí eg sat akra og át nátturða.
Eg og Matthias møttu honum so klokkan 20.00 og søgdu bei við hann saman við Rajkumar. Og hann segði tað sama sum í gjár, at hann kundi ikki fara og at hann var ein broyttur persónur. Hann hevði lisið 3 síður í bíbliuni og segði at Thabo hevði forklára tað sum stóð har. Hann segði at hann var reinur nú og at hjarta hjá honum hevði frið, so tað er bara at vóna at tað er Guðs friður og at hann veruliga meinar tað og at biðja fyri honum.
- comments